Steinbjørn B. Jacobsen
Steinbjørn Berghamar Jacobsen (f. 30. september 1937, Sandvík - d. 12. apríl 2012, Tórshavn[1]) var føroyskur rithøvundur. Hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla í eitt tíggju ára skeið. Steinbjørn er sum høvundur sera virkin og hevur roynt seg á flestøllum økjum. Hann hevur skrivað yrkingar, stutt søgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, barnabøkur, sjónleikir og so framvegis. Hann hevur verið nýskapandi, eina helst sum yrkjari og leikritahøvundur. Hansara evnisval fevnir víða, frá náttúru til menniskja, frá tí viðkvæma og kensluliga til tað politiska og samfelagsliga.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Beint eftir realprógvið, sum hann tók á Tvøroyri, fór hann til Grønlands við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði 1957 fór hann til Íslands. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til 30. juni 1958. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri Århus. Í 1959 byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole 1961/62, fimm mánaðir. Summarið 1961 tumlaði hann av Fjóni til Ålesund og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í Jotunheiminum. Summarið 1962 fór hann saman við fýra øðrum bilferð til Grikkalands, støðgaði 8 dagar í Jugoslavia, úr Grikkalandi við ferju til Suðuritalia, og so aftur til Danmarkar. Telttúrurin vardi 43 dagar.
Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert Løgstør í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, Skive. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við Sankta Frants skúla 1965-66. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Lærari í Húsavík 1966 til 1. apríl 1970. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til 1. august 1980 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna Fólkafylkingina móti EEC 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna Rithøvundafelagið 1967 og tá valdur í nevndina, har hann sat til 1979, mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið Gluggin kom út aftur í januar 1968, stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.
Saman við Gunnari Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum 1977-81. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981 til 87 nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum. Summarið 1978 var hann ein mánað í USA, bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í Syðradali á Streymoynni apríl, mai og juni. Fast starv við Tórshavnar Kommunuskúla í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í 1990 var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum.
Hann er faðir Vár Berghamar Jacobsen, Kára Jacobsen og Eyð Berghamar Jacobsen.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Við tær bøkurnar, hann sjálvur hevur givið út, er støddin á útgávuni nevnd.
Barnabøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Hønan og hanin, barnabók 1970, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.
- Hin snjóhvíti kettlingurin, barnabók 1971, stóð á svenskum í Kammeratposten 1974, 2. útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.
- Mæið, barnabók 1972, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. útgáva 1987, tilsamans 6000 eintøk.
- Krákuungarnir, barnabók 1972, 4000 eintøk.
- Lív og hundurin, barnabók 1974.
- Gráisteinur, barnabók 1975, 3000 eintøk.
- Hin reyða ryssan, barnabók 1979, í norskari týðing 1980.
- Maria og rossið, barnabók (framhald) 1980, í norskari týðing 1982.
- Lív og dýrini, barnabók 1981.
- Mia og Eyð, barnabók 1981.
- Reyða, barnabók 1983 (endin á ryssubókunum), á norskum 1985.
- Sí og Sú, barnabók 1985.
- Uni og Una, barnabók 1987.
- Sí og Sú síggja, barnabók 1987.
- Vár og mánin, barnabók 1989, samprent við norskari og svenskari útgávu.
- Lítli Páll í Nólsoy, barnabók 1992.
- Tvey systkin, barnabók 1993.
- Eftir nátungum, barnabók 1993.
- Eg eigi, barnabók 2001.
Yrkingar
[rætta | rætta wikitekst]- Heimkoma, yrkingar 1966, 700 eintøk.
- Fræ, yrkingar 1968, 500 eintøk.
- Kjøkr, yrkingar, 500 eintøk.
- Tægr, yrkingar 1980.
- Lív, yrkingar, ognað øllum ið missa, 1981, 1000 eintøk.
- Læraramyndir, yrkingar 1984.
- Tungl, yrkingar 1987.
- Tinna og Tám, heildaryrkingarsavn 1997.
- Karr, yrkingar 2001.
Skaldsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- Hall, skaldsøga 1984, 1300 eintøk, 2. útgáva 1985, 500 eintøk.
- Kasta, skaldsøga 1991, 1200 eintøk.
Stuttsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- Á veg millum bygda, stuttsøgusavn 1975, 1000 eintøk.
Sjónleikir og útvarpsleikir
[rætta | rætta wikitekst]- Ivaliva og aðrir leikir, Ivaliva og einaktaran Fløskurnar leiktir í 1969, útgivnir 1975, 700 eintøk.
- Skipið, sjónleikur, leiktur í 1975, týddur til íslendskt og leiktur í tjóðleikhúsinum 1977, kom út í bók 1982.
- Tey bæði í húsinum, sjónleikur 1982, 1000 eintøk, leiktur sama ár.
- Brá úr USA, ferðafrásøgn 1982.
- Dia og Mia, lesibók 1982.
- Trý leikrit, 1985, 500 eintøk.
- Húsið o.a. stutt, sjónleikir 1997.
- Nólsoyar Páll, sjónleikur 2000.
- Soleiðis er, útvarpsleikur 2006.
- Soleiðis er, útvarpsleikur. (Hvørki leiktur ella útkomin.)
- Den gode vilje, sjónvarpsleikur á donskum, saman við Gunnari Hoydal, 1976.
Endurminningar
[rætta | rætta wikitekst]- Grund 1, minnisbrot 2004.
- Grund 2, minnisbrot 2005.
- Grund 3, minnisbrot 2011.
Týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- Flytifuglur, savn við útlendskum yrkingum, saman við Heðini M. Klein, 1972.
Aðrar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Bárður Jákupsson, listabók 1994.
- Jólabørn, 24 barnasøgur, útvarpskalendarin 1999.
- Náttúran og børnini, barnafilmshandrit, 1977.
- Her eru vit, barnasangir á ljóðbandi, 1984.
- Sjón og seiggj, heiðursrit til Erlend Patursson, saman við Heðini M. Klein, 1983.
- Ung orð 1, 1984 og Ung orð 2, 1985, søvn, saman við Árna Dahl og Ásu Magnussen.
- Hon kysti hann, savn við føroyskum ástaryrkingum, 1985.
- Floygd orð 1 og Floygd orð 2, 1988, savn, saman við Árna Dahl, Ásu Magnussen og Páll Sivertsen.
Á øðrum málum
[rætta | rætta wikitekst]- "Excerpts from Lív" týðing av yrkingum, yrkingar eftir Steinbjørn B. Jacobsen, týtt hevur Randi Ward. Ice Floe II (2011)
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Steinbjørn B. Jacobsen - Tungl. Tutl, 2012. Tvey av børnunum hjá Steinbjørn hava gjørt eina fløgu við 10 av yrkingunum hjá pápanum. Kári gjørdi løgini, Eyð syngur. Útgávudagurin var 30. september 2012 á 75-ára føðingardegnum hjá skaldinum, knapt hálvt ár eftir at hann andaðist. Fløgan er ognað Steinbjørn B. Jacobsen.
Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- 1976 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs
- 1981 Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Fagurbókmentir
- 1985 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-03. https://web.archive.org/web/20131003190002/http://aktuelt.fo/grein/steinbjorn_b._jacobsen_deydur. Heintað 2012-04-14.