Nólsoy
Nólsoy | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 10,3 km² |
Vatn | 0,4 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 222 (2014) |
Íbúgvatættleiki | 26,1 /km² |
Nólsoy er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og í 2014 búgva umleið 220 fólk í Nólsoy.
Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus Lítið yvir Føroyaland tekur hann soleiðis til: Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág. So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya.
Um ár 1400 er navnið á oynni skrivað Nors-oy, og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta. Mitt í bygdini, har oyggin er smalast, var inntil 1984 Holið. Hol kom í oynna umleið 1900, tá lendið byrjaði at máast undan av veðri og sjógvi. Fyrrapartin mánadagin 4. oktober 1984 var so nógv máað undan, at holið datt saman. Í dag er fótbóltsvøllur, har Holið var.
Vitin á Borðuni
[rætta | rætta wikitekst]Í 1893 bygdi danska Farvandsvæsenet vita syðst á Nólsoy, og hann er tann størsti í kongaríki Danmarkar. Vitin á Borðuni varð bygdur í 1893.
Vitameistarar í tíðarrøð
[rætta | rætta wikitekst]- E.P. Sonne, 1893 - 1895
- Eduard Vilhelm Ferdinand Schønfeldt, 1895 - 1903
- L.C. Larsen, 1903 - 1909
- Christoffer Larsen, 1909 - 1917
- Dánial Olsen, 1917 - 1940
- Anders Hansen, 1940 -1945
- Jens Pauli Hansen, 1945 - 1948
- Johan Djurhuus, 1948 - 1954
- Jákup Nielsen, 1954 - 1970
- Elias Lið, 1970 - 1979
- Leon Heinesen, 1979 1982, tá starvið var niðurlagt. [1]
Djóralív
[rætta | rætta wikitekst]Drunnhvítastovnurin í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um heimsins størsta drunnhvítabøli. Í juli og august 2012 vórðu drunnhvítar taldir í Urðini í Nólsoy. Økið var 106 000 m2. Hetta er fyrstu ferð, ein tílík teljing verður gjørd í Føroyum. Drunnhvíti býr í holum og undir steinum og kann tí ikki teljast beinleiðis. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av lunda.
Nólsoy hevur eisini fyrsta staðfesta villstovnin av vanligum froski í Føroyum.
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Nólsoy
-
Nólsoy
-
Nólsoy
-
Nólsoy
-
10-mannafarið Nólsoyingur, sum vann FM heitið í kappróðri 6 ferðir í 1980-unum.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Bók: Egon Hansen: Nólsoy søgubrot og fólk
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Fyrrverandi heimasíðan hjá Kunningarstovuni í Nólsoy: "Nólsoy - Vælkomin". 6. januar 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 6. januar 2013. http://archive.today/rS4np.
Tórshavnar kommuna |
---|
Argir | Hestur | Hoyvík | Hvítanes | Kaldbak | Kaldbaksbotnur | Kirkjubøur | Koltur | Kollafjørður | Mjørkadalur | Nólsoy | Norðradalur | Oyrareingir | Signabøur | Sund | Syðradalur | Tórshavn | Velbastaður |