Assýrar
Appearance
Assýrar eru eitt fólkaslag við uppruna í økinum sum er markið millum núverandi Irak, Iran, Turkaland og Sýria. Nú á døgum livir ein stórur partur av assýrum í útlegd.
Assýrar mynda størsta partin av kristna minnilutanum í Miðeystri.
Tungumál
[rætta | rætta wikitekst]Assýrar tosa eystaru málførini (dialektirnar) av aramæiska málinum, t.d. "eystur-assýriskt" (suroyo). Fyrr tosaðu assýrar akkadiskt, sum doyði úr í fyrstu øld e.Kr. Assýrar skiftu gomlu akkadisku kílaskriftina, ið teir nýttu at skriva á leirtalvur, út við assýriska stavraðið ið er ein eftirkomari av aramæiska stavraðnum. Assýrar vóru millum fyrstu fólkasløg ið tóku ímóti kristindóminum, uml. ár 45 e.Kr.